Í seinnu helvt av 1700-talinum tók ein tjóðskaparrørsla seg upp í øllum vesturheiminum.
Hin amerikanska kollveltingin byrjaði í 1776, tá amerikumenn tóku sær rætt til at siga upp trúskap sín til bretska kongahúsið.
Í 1789 breyt henda tjóðskaparrørsla út í fullum loga við teirri stóru fronsku kollveltingini. Kravið um avtøka av framíhjárættindum hjá ávísum stattum, serliga aðali og kirkju, varð borið uppi av teirri meðalstætt, sum tann økti handilin og tann búskaparliga framgongdin hevði alt fram.
Til Danmarkar kom tjóðskaparrørslan fyrst sum eitt mótmæli ímóti týskari ávirkan. Frá Danmark breiddi tann nýggja rørslan seg til Noregs og síðani til Íslands, í báðum førum borin fram av studentum, sum lósu í ríkishøvuðsstaðnum. Loksins kom hon til Føroya, har allar fortreytir fyri eini vaksandi tjóðskaparrørslu vóru til staðar.
Fram til 1814 høvdu Føroyar verið roknaðar sum eitt norskt land og vóru fyri mesta partin stýrdar eftir norskum lógum. Men hetta árið fer Noreg frá Danmark, meðan tey gomlu skattlondini Grønland, Ísland og Føroyar verða verandi undir Danmark. Nú verður roynt at knýta hesi lond í Norðuratlandshavi nærri at Danmark, sum tey í grundini einki høvdu havt saman við uttan tað samband, samgongan millum Noreg og Danmark við felags kongi hevði ført við sær. Tingið verður avtikið í 1816 og Føroyar gerast tá amt í danska ríkinum.
Í 1846 verður einaveldið avtikið og Danmark fær eina frælsa fólkaræðisliga grundlóg. Men longu áðrenn hetta høvdu føroyingar sent umsókn um at fáa løgtingið endurreist. Tá tað loksins í 1852 eydnast, verður tað mest at kalla sum eitt danskt amtsráð, har amtmaðurin er fastur formaður og próstur hevur fast sæti.
Hetta var vónbrot fyri frælslyntar føroyingar. Teir góvust tó ikki á hondum, men tóku stríðið upp til tess at vinna løgtinginum størri frælsi. Tað kom til skarpskeringar, tá 12 tingmenn rýmdu av tingi og noktaðu at møta aftur, so leingi táverandi amtmaður Dahlerup sat sum formaður. Endin var tann, at amtmaðurin í 1860 varð settur av, og annar settur í hansara stað.
Sum ein avleiðing av Jólafundinum í 1888 varð Føroyingafelag stovnað í januar 1889, og nú kom verulig gongd á sjálvstýrisrørsluna. Mál Føroyingafelags var at vinna føroyska málinum fullar sømdir í egnum landi og fáa føroyingar at ganga fram í øllum lutum og gerast sjálvbjargnir. Men andstøðan gjørdist eisini hørð og kom hon mest frá donsku embætismonnunum og føroysku skutilsveinum teirra, sum ikki dugdu at skilja stríðið fyri føroyskum máli sum annað enn stríð móti donskum máli, og tað at gera føroyingar sjálvbjargnar sum tað sama sum at slíta frá Danmark; men sum tað á ongan hátt var talan um.
Føroyingafelag varð tíverri ikki langt lív lagað, tí innanhýsis stríð tók seg upp, og aftaná tíggju ára virki sovnaði felagið, og blað felagsins, Føroyingatíðindi, helt uppat at koma út.
Í 1901 varð Jóannes Patursson valdur fólkatingsmaður, og í 1903 gav hann út bóklingin "Færøsk politik", har hann setir fram sína áskoðan á framtíðar stýrislag Føroya. Tað hann vil, setir hann fram í 5 greinum:
-
Løgtingið verður alt fólkavalt og skipar seg sjálvst við formanni og næstformanni.
-
Ríkisins umboðsmaður sleppur á fundirnar; men hevur ikki atkvøðurætt.
-
Eingin lóg verður gandandi í Føroyum, uttan hon øll er samtykt av løgtinginum.
-
Løgtingið kann gera lógaruppskot, sum stjórnin beinleiðis kann góðkenna.
-
Løgtingið fær undir uppsýni av stjórnini ræðið á serligu føroysku fíggjarviðurskiftunum.
Danska vinstrastjórnin, sum tá nýliga hevði tikið við, var sinnað at ganga hesum ynskjum á møti og kom við einum tilboð um, at føroyingar sjálvir skuldu umsita bæði beinleiðis og óbeinleiðis skatt aftur fyri sjálvir at rinda telefon, vegir og havnagerð. Hetta skuldi vísa seg at vera meira enn tann vanligi føroyingurin kundi taka, tí við valið í 1906 vann sambandsmaðurin Oliver Effersøe stórt á Jóannes Partursson. Hetta málið varð tann beinleiðis orsøkin til floksbýti á tingi sama ár, tí nú var einki sum bant teir framfúsu, frælsishugaðu og teir meira afturhaldandi saman. Føroyingafelag var jú sovnað, klandrið var nógv og tíðin var búgvin til politiskt floksbýti.
Floksbýti á tingi
Við valinum í 1906 var tjóðskaparrørslan, sum í langa tíð hevði verið eyðkend av spjaðing og klandri, endaliga sprongd. Mótstøðumenninir móti sjálvstýrispolitikkinum skipaðu seg eftir valið í Sambandsflokkin, meðan teir ið eftir vóru ikki fyrr enn í 1909 tykjast at hava skipað seg sum flokk við egnari stevnuskrá.
Sjálvskrivaði fyrsti formaður Sjálvstýrisfloksins var Jóannes Patursson. Hann hevði verið undangongumaður í tjóðskaparrørsluni og hevði longu áðrenn floksbýtið á tingi stungið út politisku kós floksins. Fyrsta stevnuskráin fall tí væl í lag við endamál Føroyingafelags.
Á løgtingsvalinum 18. juli 1906 fingu sjálvstýrismenn 8 og sambandsmenn 12 umboð á ting. Av valtølunum fyri tey fyrstu løgtingsvalini sæst, at undirtøkan hjá sjálvstýrisflokkinum var ógvuliga ymisk í teimum ymsu valdømunum - líka fra 90,8% niður í 11,4% av øllum atkvøðunum. Tað eru ikki stórar broytingar tey fyrstu valini; tó hevur Sambandsflokkurin munin fram til 1. verðaldarbardaga.
Stríðið hesa tíðina millum flokkarnar stendur mest um stjórnarligu støðu okkara í ríkinum, har sambandsmenn vilja varðveita verandi støðu sum amt í danska ríkinum, meðan sjálvstýrismenn vilja hava broytingar til størri sjálvsavgerðarrætt fyri føroyingar.
Yngra ættarliðið fylktist alt meira um flokkin og ungir menn komu eisini bæði á løgting og í fólkatingið, har ein ungur løgfrøðingur, Edvard Mortensen ( seinri Mitens ), varð valdur inn í 1915.
Sum heild mundi mótstøðan móti Sjálvstýrisflokkinum frá donsku embætismonnunum vera størst, meðan Svenning Rytter var amtmaður í Føroyum 1911-18. Men av valtølunum sæst eisini, at tá fer Sjálvstýrisflokkurin at ganga skjótt fram í atkvøðum, og í 1916 standa flokkarnir at kalla javnir. Í 1918 fær Sjálvstýrisflokkurin fyrstu ferð reinan meirluta á tingi.
Tó skeiðið gjørdist ov stutt til, at nakað munagott kundi koma á skaftið ið bar á sjálvstýrisleið, tí longu í 1920 verður aftur val til løgtingið , og tá verður aftur javnt flokkana millum. Kortini hendi tann broyting, at amtmaðurin og prósturin mistu sessirnar sum sjálvvaldir tingmenn.
Sjálvstýrisflokkurin fekk ongantíð aftur reinan meirluta á løgtingi. Ein av orsøkunum mundi vera, at í 1928 stillar Javnaðarflokkurin upp í øllum valdømum uttan í Norðoya valdømi og fær tvey umboð á ting.
Tað fer nú at ganga aftur á hondina hjá Sjálvstýrisflokkinum. Í 1936 fær Javnaðarflokkurin 6 umboð á ting, meðan tann nýstovnaði Vinnuflokkurib fær 2 umboð. Í 1938 kom nýggj jarðarlóg, sum nógvir stórbøndir vóru stórliga misnøgdir við, og tá teir við Jóannes Patursson á odda royndu at fá Sjálvstýrisflokkin at fella lógina, og teir ikki fingu meirlutan í flokkinum í sín part, vórðu teir so sintir, at teir fóru úr flokkinum, og Jóannes Patursson fór upp í Vinnuflokkin.
Hetta varð ein vanlukka fyri Sjálvstýrisflokkin. Jóannes Patursson hevði verið formaður floksins síðan hann varð stovnaður, og sjálvt um hann ikki varð afturvaldur í 1936, so var tað hann, sum mestsum myndaði flokkin við sama lag. Tá Jóannes Patursson í 1940 saman við Vinnuflokkinum ger nýggjan flokk, Fólkaflokkin, fáa teir 6 menn á ting, og Sjálvstýrisflokkurin einans 4 menn. Longu sama ár minkar flokkurin við einum manni afturat, tá Rasmus Rasmussen, Víka Rasmus, fer upp í Fólkaflokkin.
Tíðin undir 2. heimsbardaga varð ein hørð tíð í føroyskum politikki og serliga fyri Sjálvstýrisflokkin. Serliga ágangandi var Fólkaflokkurin, sum gjørdi alt fyri at jarðleggja Sjálvstýrisflokkin. M.a. komu teir fram við uppskoti um at broyta vallógina soleiðis, at flokkur skuldi hava minst ein umdømisvaldan mann fyri at fáa tillutað nakað eykaumboð. Hetta uppskot vann frama og úrslitið varð, at hóast Sjálvstýrisflokkurin í 1943 fekk 10,3% av øllum atkvøðunum, so fekk hann ongan mann av teim 25 valdu tingmonnunum. Sama hendi á valinum í 1945.
Sjálvstýrisflokkurin undir heimastýrislógini
Á valinum 8. nov. 1946 fekk Sjálstýrisflokkurin aftur 2 menn á ting, S.P. Zachariasen fyri Norðoya valdømi og Louis Zachariasen fyri Suðurstreymoyar valdømi. Hetta var beint eftir fólkaatkvøðuna 14. september, og nú varð avrátt, at Sjálvstýrisflokkurin skuldi stilla upp saman við Javnaðarflokkinum, fyri at atkvøður ikki aftur hesaferð skuldu fara fyri skeyti. Flokkurin fær nú aftur ta ávirkan í føroyskum politikki, hann áður hevði havt. Hann fer í samgongu við Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin og fær avgjørdan leiklut í teim tingingum, sum aftan á valið vórðu tiknar upp við donsku stjórnina um støðuna Danmark - Føroya ímillum í framtíðini, tingingar sum førdu til, at vit fingu heimastýrislógina 1. apríl 1948.
Av teimum trimum samgonguflokkunum var Sjálvstýrisflokkurin tann nógv mest sjálvstýrisáhugaði, og tí var tað hansara lutur at fáa hesa lóg so rúmliga á sjálvstýrisleið sum til bar. Hetta má sigast at hava eydnast væl, tí hóast viðurskiftini Danmark - Føroyar eru nógv broytt hesi fleiri enn fimti árini, so eru møguleikarnir sum í henni eru fyri meiri sjálvstýri enn í dag íkki troyttir til fulnar.
Í fyrsta landsstýrinum, sum varð skipað í 1948, var Sjálvstýrisflokkurin umboðaður, og hann er tann flokkur á tingi, sum oftast hevur verið í samgongu. Hóast tingmanningin hevur ligið ímillum 1 og 3, so hevur flokkurin í nógvum førum havt ein avgerandi leiklut, tá samgonga skuldi skipast. Tískil hevur flokkurin havt størri ávirkan á politisku gongdina, enn talið av tingfólki annars kundu rættvísgera.
Tingakrossur
Blaðið Tingakrossur kom út á fyrsta sinni í 1901 og blaðstjóri tess øll tey fyrstu árini var tann ungi bráðræsni Christen Holm-Isaksen, ella Kristin í Geil, sum hann vanliga varð kallaður. Hóast blaðið tá varð skrivað á donskum, var tað frá byrjan málgagn tjóðskaparrørslunar og seinni Sjálvstýrisfloksins. Kristin var helst meira sosialt hugaður enn Jóannes Patursson; men hann tók frá fyrstu tíð undir við honum um at vinna føroyingum meira frælsi
Aftan á Kristin í Geil vóru skiftandi blaðstjórar; mest fremstu menn innan flokkin. Nevnast kann Marius Johannesen, Marius á Háskúlanum, sum eitt langt skifti stjórnaði blaðnum og skrivaði tað við.
Øll hesi mongu ár er blaðið komið út eina ferð um vikuna mest at kalla uttan slit, til tað eins og fleiri onnur føroysk bløð andaðist fyrst í nítiárunum.
Kommunalpolitikkur
Í teimum kommunum, har uppstillað hevur verið politiskt, hevur Sjálvstýrisflokkurin luttikið. Íløtuni er flokkurin umboðaður í
Fólkatings- & landstingspolitikkur
Jóannes Patursson,. sum gjørdist fyrsti formaður Sjálvstýrisfloksins, sat í Fólkatinginum frá 1/6-1901 til 22/6-1906 og í Landstinginum frá 13/5-1918 til 3/2-1920.
Evard Mitens sat í Fólkatinginum fyri Sjálvstýrisflokkin frá 12/5-1915 til 22/4-1918.
Í mong ár stillaði Sjálvstýrisflokkurin ikki upp til fólkatingsval. Seinnu árini hevur verið stillað upp, uttan tó at fáa umboð valt. Fleiri ferðir hevur flokkurin sett uppskot fram á løgtingi um at taka fólkatingsumboðini av; men hetta hevur ikki vunnið frama.
Heimildir
-
Hans D. Matras. 75-ára minnisrit Sjálvstýrisfloksins 1981.
-
Hans J. Debess. Nú er tann stundin.... 1982
-
J. Patursson. Færøsk Politik 1903
-
Jørgen-Frantz Jacobsen. Danmark og Færøerne. 1927.
-
Einar Waag. Val og valtøl 1906-1966. 1967.
-
Zakarias Wang. Stjórnmálafrøði 1988.
-
© Tórbjørn Poulsen. 2003. |